logo

Fólkaheilsustýrið er ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum og fór formliga at virka 1. januar 2023, tá virksemið hjá Fólkaheilsuráðnum, Ílegusavninum og Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu varð savnað undir nýggja stovninum.

Uppgávurnar hjá Fólkaheilsustýrinum kunnu skiljast sundur í nøkur yvirskipað øki:

Ráðgeving og upplýsing

  • Gera tilmæli til politiska myndugleikan um ráðlegging innan heilsuøkið
  • Veita heilsufakliga ráðgeving til myndugleikar og stovnar
  • Tilevna vegleðingar og leiðreglur til heilsulóggávu
  • Veita borgarum og almenninginum kunning um heilsufaklig viðurskifti
  • Hava um hendi fólkaheilsuarbeiði, heilsufremjan og fyribyrging

Hagtøl og skráir

  • Skipa, viðgera og menna hagtøl á heilsuøkinum
  • Gera greiningar og heilsufrágreiðingar
  • Skipa, umsita og menna heilsuskráir
  • Umsita tær uppgávur, ið eru lagdar til Ílegusavnið sambært ílegulógini

Tilbúgving

  • Umsita tilbúgvingina í heilsuverkinum
  • Umsita Farsóttarlógina